Bill Justinussen
Appearance
| Bill Justinussen | |
|---|---|
| Formaður í Miðflokkinum | |
| Í embæti 1997–1998 | |
| Undanmaður | Álvur Kirke |
| Eftirmaður | Jenis av Rana |
| Landsstýrismaður í familju- og heilsumálum | |
| Í embæti 6. juni 2002 – 4. februar 2004 | |
| Løgtingslimur | |
| Í embæti 20. januar 2004 – 8. desember 2022 | |
| Núverandi | |
| Tók við starvinum 26. mars 2026 | |
| Persónlig kunning | |
| Fødd(ur) | Kristian Bill Justinussen 27. august 1963 Klaksvík, Faroe Islands |
| Politiskur flokkur | Miðflokkurin, Fólkaflokkurin |
Kristian Bill Justinussen (27. august 1963 í Klaksvík) er ein føroyskur politikari fyri Miðflokkin og Fólkaflokkin. Hann býr á Glyvrum.
Hann var formaður í Miðflokkinum árini 1997 til 1998. Í 2002 varð hann útnevndur landsstýrismaður í familju- og heilsumálum, og hann røkti landsstýrisessin skeiðið út. Hann stillaði upp á løgtingsvalinum í 2004 og varð fyri fyrstu ferð valdur á Føroya Løgting.
Hann var løgtingslimur fram til løgtingsvalið í 2022, tá hann ikki varð endurvaldur. Eftir valið meldaði hann seg úr Miðflokkinum, og í februar 2024 meldaði hann seg inn í Fólkaflokkin. Hann stillaði upp fyri Fólkaflokkin á løgtingsvalinum í 2026 og varð valdur við 447 persónligum atkvøðum.